Ein túr til Aalborg í Heystfrítíðini okt 2015
Fríggjamorgun 9 okt og vit bíða eftir at sleppa umborð :o)
Sera gott veður í morgun og tað gekk gott at flúgva
Vit hava leiga bil frá Avis, tey søgdu at vit fingu ein Renualt, men teir eru
so mega lágir og eg vildi hava ein Golf, sum tey lýsa við og tað høvdu tey ikki,
so vit fingu hendan Opel Mokka
ein deiligur bilur við aut gear og tað heila :o) so tað loysti
seg at grenja eitt sindur
Storebæltsbroen millum Fyn og Sjælland bleiv bygd í 1998 og kostaði 21,4 mia
kr. Tað er 17 km at koyra
Sprogø er ca. mitt ímillum so høga brúgvin endar har og ein lág brúgv er so
restina av teininum
So eru vit komin til Odense, hettar eru húsini hjá Petur og teimum, sum tey
hava á sølulista. Tey eru í fer við at býggja eina spildurnýggj hús tætt við
hettar húsið, so tað verður nokk
seinur dagur áðrenn tey flyta heim aftur. Sára fyllir í dag, so fløggini eru
also ikki tí at vit komu ein túr at vitja :o)
Jason er størri ein vit :o)
Laila í reyða stólinum :o)
Vit fara at koyra til Aalborg nú, uml 2,5 tímar at koyra. Men tað tók yvir 3
tímar, mega
nógvur og vegarbeiði alla staðnis
Debora var sovnað so vit fóru bara beina leið í húsini, sum vit hava leiga.
Bed & Breakfast
Hendan er longu komin út so hana mátti eg líka royna, men minnist ikki hvussu
hon smakkaði
Vit hava 2 stór kømur og wc beint uttanfyri, tvs vit hava alt lofti sum tað
er, stórt køliskáp er eisini beint uttanfyri hurðina. Vit høvdu leiga eini
summarhús frá honum, men har var okkurt
gali og hann kláraði ikki at fáa tað í ordan aftur, so vit gjalda tað sama her
300 kr/dag og er tað mega bíligt. Faktiskt nógv betri enn eitt hotelkamar við
ongum køliskápi :o)
Súreplatræ í havanum :o)
Leygarmorgun og vit eru á veg til Anju og Deboru
Debora fingið bomm :o)
Her er mega gott hjá børnum, stórt felagsrúm við køki og øllum tilhoyri beint
við íbúðina, bara ein gong ímillum, eisini er stórur havi við øllum møguligur
til børn at spæla á beint uttanf
Gudmundur hevði nokk við at renna undan børnum, tey hyggaðu sær óført
Ein lítil pausa inni í íbúðini og so út aftur at rokast
Hettar er havin rundan um húsini, har vit leiga
Her er grill og góðir møguleikar at hygga sær uttanfyri
Fitt eru tey :o)
Vit hava bestilt pizza heim, 4 pizza og taxi heim við teimum kostaði 210 kr
tilsamans, uml ½ prísur í forhold til í Havn
Sunnumorgun og Anja og Debora eru komin ein túr at vitja okkum, tey hava
rundstykkir við :o)