Bátastevna í Vestmanna 2013
Vit standa á sama stað, sum í vetur, Bjørg bjóðaði vælkomin heimaftur ( á
plássi )
Vit settu lítla fortelti upp
Leygarmorgun og Gudmundur hevur verði og keypt rundstykkir :o)
24 vognar og tað koma vognar av og á
Hevur regna í nátt og tíðliga í morgun, og er nokso gráligt, so myndirnar eru
ikki so góðar Longu nógvir bátar komin nú kl 13:30 og komnir
eru uml 48 vognar sum er....
Minnistvarðin yvir teir í eru farnir á sjógnum
Flotta ellisheim í Vestmanna
Kaj helt at eg mátti taka myndir nú eingin Lars er við fototóli um hálsin :o)
Eg fann eitt ordiliga gott mið við góðum tungum steinum til telti, so fólk
tað er bara at taka :o)
Laila fyllir í morgin, og Gudmundur hevur sjálvur verði uppi í bensinstøðini
og keypt eina lítla gávu til hana og kláraði ikki ordiliga at bíða til í morgin
:o)
Kl 15 koma allir bátanir og vit eru á veg at taka ímóti, eitt sindur gráligt
í veðrinum men stilli og nokso lýtt eisini
Ikki líka nógvir bátar sum vanligt
Niels Olaf við damu
Kandifloss og franskur hoddogs hoyri til eina stevnu
Gudmundur innanfyri hegni :o) tað kostaði honum 100 kr at sleppa at kasta 3
bóltar sum eisini kostaði 20 kr, hehe snilt. Vit hildu at tað var nakað dýrt at
gjalda 400 kr fyri 2 skálir
suppu, ein snaps, eina øl og eina sodavatn :o) so vit vóru uttanfyri hegni.
Annars kostaði tað 500 kr fyri at hava bát ella campingvogn standandi í
vikuskiftinum og so var eitt armband
við, sum annars kostar 200 kr so tað var faktist býligt, men vit stóðu hesaferð
á campingplássinum og ikki sum vit hava higartil á kajuni
Taðveitdenn um hann ikki vann okkurt :o)
Nei hettar er ikki á KOKS men grillin hjá okkum :o)
Lars og Birgit á vitjan
Vit hava nógv at læra viðv. gassgrill men hesaferð riggaði nokso væl :o)
Gudmundur, Hans Jákup og Petur, teir eru beiggjar og stóðu beint viðsíðunar av
okkum
Uuuhhhmmm smakkaði mega gott og ikki alt ov brent hesa fer
Kl 23 fóru vit ein túr
Gudmundur heilsar uppá Niels Olaf í vogninum, har plagar altíð at verða
okkurt spennandi og tað var tað eisini hesa ferð :o)
Demmus er altíð so stuttligur at práta við
Gudmundur samlar fløskur á veg heim aftur
Samlaði nokso fitt av fløskum
Gunnvá og ein onnur á vitjan, hopi ikki at MW sær hesa myndina :o)
Snapsur í blinkandi snapsaglasið, bestilt beinleiðis úr Kina hoyrir til
slíkan dag
Gunnvá í góðum lag :o)
Ninni kom eisini at vitja okkum, hon hevði 3 fitt ung fólk við :o)
Haldi kl var um 05:30 leygarmorgunin tá tey fóru avstað aftur :o)
Laila okkara fitta kona og mamma fyllir í dag, pakkar gávu upp frá Mary-Ann
Sunnudagur og vit grilla burgara og pylsur
Gudmundur og Bobby í vatnkrýggj
Gudmundur er so fittur at hjálpa til :o)
Ein fínur túrur á Bátastevnuni í Vestmanna